Tyrlan fór eftir skaddum manni - Nordlýsið fór at leka

top17-05-2019 - 21:29 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjár loystu nakrar sluppir, og settu kós til Danmarkar har tey skulu hátíðarhalda 100 ára dagin hjá Merkinum. 

Men tað hevur ikki gingið væl hjá sluppunum higartil. Norðlýsið fór at leka í nátt, og sett síðani kós aftur á Havnina. Arbeitt hevur verið uppá Norðlýsið, og er sluppin nú ávegis aftur til Danmarkar.

Í nátt var ein eldri maður áhaldsin og datt umborð á Brimnesi, tað skrivar KVF.fo.

Maðurin var fluttur umborð á Brimil, og eftir samráð við lækna, vóru boð send eftir tyrluni hjá Atlantic Airways. Tyrlan var á veg á flogvøllin eftir ein sjúkraflutning úr Froðba. Hon bunkraði á flogvøllinum, og setti síðani kósina ímóti Brimli. Tað gekk bert ein tími frá tí boðini komu frá Brimli til maðurin var á Landssjúkrahúsinum.