Tyrlan flutti eina barnakonu í morgun

11-03-2018 - 22:10 - Jóanis Albert Nielsen

Klokkan 07:20 í morgun fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt eina barnakonu í Suðuroy norð á Landssjúkrahúsið.

Boð blivu send eftir tyrluni hjá Atlantic Airways, sum lendi í Froðba klokkan 8, sum síðani flutti konuna til Havnar, har hon lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 08:19.