Tyrlan flutt eina barnakonu í morgun

13-03-2018 - 08:46 - Jóanis Albert Nielsen

Klokkan 06:48 í morgun fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt eina barnakonu úr Suðuroy, og norð á Landssjúkrahúsið.

Boð vóru send eftir tyrluni hjá Atlantic Airways, sum lendi í Froðba klokkan 07:30. Klokkan 07:48 setti tyrlan seg við Landssjúkrahúsið.