Tyrlan eftir persóni í Mykineshólmi

11-07-2020 - 13:54 - Jóanis Albert Nielsen
Klokkan 15:04 í gjár fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein persónur hevði brotið beini í Mykineshólmi.

Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum flutti persónin á Landssjúkrahúsið.