Tyrlan eftir kvinnu í Ormadali

top13-08-2019 - 07:33 - Jóanis Albert Nielsen

Klokkan 17:08 í gjár fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein persónur ikki fekk stigi til og mátti flytast á skaðastovuna.

Talan var um eina kvinnu sum var farin í Ormadal, sum er á Viðoynni, norðanfyri Viðareiði.

Beint eftir klokkan 18 í gjárskvøldið hevði bjargingartyrlan flutt kvinnuna á Landssjúkrahúsið.