Tyrlan boðsend - vísti seg at ferðafólk skuldu sova í tjaldi

top19-01-2019 - 22:50 - Jóanis Albert Nielsen

Um 15 tíðina seinnapartin í dag fóru tveir útlendingar niðan á Villingardalsfjall, sum er á Viðareiði. Fólk í bygdini sóu seinni ljós í haganum, og hildu at ferðafólkini høvdu gingið seg fastan. 

Tí var ringt til løgregluna fyri at hjálpa ferðafólkunum. Løgreglan sendi boðini víðari til MRCC klokkan 20:20 fyri at fáa bjargingartyrluna norð til Viðareiðis, verður upplýst av vakthavandi á MRCC.

Tá ið so tyrlan var komin norð, ringu ferðafólkini til løgregluna fyri at boða frá, at tey ikki vóru í neyð, og at planurin hjá teimum var at sova í tjaldi á Villingardalsfjalli, og var tí leitingin avblást.