Tvøroyri: Anita Vibergsdóttir røkir borgarstjórastarvið

politikkur04-12-2018 - 20:46 - Jóanis Nielsen

Á býráðsfundinum 3. desembur 2018 boðaði Kristin Michelsen frá, at hann fer í feriu frá 5. desembur 2018, og at varaborgarstjórin Anita Vibergsdóttir røkir borgarstjórastarvið á Tvøroyri, ímeðan hann er í feriu.

Anita Vibergsdóttir hevur áður røkt borgarstjórastarvið í tveimum umførum í hesi býráðssetuni, meðan Kristin Michelsen hevur verið í feriu.