Tvøroyrar Skjalasavn letur alment upp

26-06-2020 - 17:10 - Jóanis Nielsen

Á heysti 2017 samtykti Tvøroyrar kommuna at veita fígging til eina 3-ára verkætlan, ið hevði til endamáls at skipa eitt skjalasavn á Tvøroyri. Hugsjónin aftanfyri var, at savna alt tilfar um ríku søgu Tvøroyrar á einum og sama staði, til gleði fyri borgarar og onnur áhugaði. Á odda fyri verkætlanini blivu settir Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe.

Síðan stovnssetanina hava Kári og Jens Pauli savnað eina ørgrynnu av tilfari inn, ið teir hava fingið til vega úr øllum landinum. Tilfarið er vorðið skrásett og lagt á goymslu í framkomnu skipanini á gamla Ísvirkinum á havnarlagnum.

Nú er dagurin upprunnin, har Skjalasavnið alment letur upp og til Tvøroyrar kommuna, saman við Tvøroyrar Skjalasavni bjóða til eina hugnaliga móttøku á Seglloftinum, fríggjadagin hin 3. Juli kl. 15:30. Á skránni eru røður, tónleikur og ábit, áðrenn at enda verður farið út á Skjalasavnið, har Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, klippir snórin og harvið letur savnið upp alment.

Øll eru hjartaliga vælkomin, men vit heita á fólk um at virða tilmælini frá heilsumyndugleikunum um frástøðu – av tí sama er avmarkað, hvussu nógv kunnu sleppa inn á Seglloftið.

Skráin sær soleiðis út til tiltakið, ið byrjar kl. 15:30:

-Kári Jespersen, savnsleiðari, bjóðar vælkomin

-Borgarstjórin, Kristin Michelsen, heldur talu og handar gávu

-Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, heldur røðu

-Jens Pauli Nolsøe og Kári Jespersen, savnsvørðir, sýna fram

brellbitar úr Tvøroyrar Skjalasavni

-Sjónbandaheilsan, frá stýrisbólkinum

-Tvøroyrar Hornorkestur spælir nøkur løg

-Lív Næs og Tróndur Enni framføra

-Til tiltakið ber til at fáa væl smakkandi pinnamat við laksamoussé, rækjumoussé og parmesan/skinku. Afturvið fæst hvítvín, djús, the, kaffi og smákøkur.

Savnið er opið til kl. 19 á hátíðardegnum – hjartaliga vælkomin.