Tvey fólk yvirkoyrd í Havn - Trý komin til skaða

14-03-2018 - 17:22 - Jóanis Albert Nielsen

Fyri lítlari løtu síðan fekk løgreglan boð um, at tvey fólk vóru yvirkoyrd í Havn. 

Vakthavandi sigur við jn.fo beint nú, at trý fólk eru komin til skaða. Talan er um førarin á bilinum, og tvey ið vóru til gongu.

Vakthavandi sigur at talan er um álvarsligt ferðsluóhapp.