Tvey ferðamannaskip vitja á Havnini

Vinna10-07-2014 - 23:21 - Jóanis Nielsen

 Stóra ferðamannaskipið Mein Shiff 2 kom í Nólsoyarfjørð tíðliga í morgun, har tað hevur ligið í allan dag, við eru 1.886 ferðafólk - manningin telur 909. Ferðafólkini eru flutt í land við bátum, sum hava silgt aftur og fram í allan dag. Mein Schiff 2 er 264 metrar lagnt og 36 metrar breitt. Í kvøld verður kós sett ímóti Stavanger í Norra.

Á middegi kom ferðamannaskipið Saga Pearl II á Havnina, umborð eru 602 ferðafólk, Saga Pearl II fer avstað aftur í kvøld, tá verður kósin sett móti Íslandi. Saga Pearl II er 165 metrar langt og 22 metrar breitt.