
Tvey ferðamannaskip hava vitjað á Havnini
vinna03-07-2018 - 19:27 - Jóanis Nielsen
Tvey ferðamannaskip hava vitjað á Havnini í dag. Tað sást eisini á nógva fólkinum, sum vóru at síggja allastaðni, eisini uttanfyri Havnina.
Star Pride kom kl. 6 í morgun, Star Pride kom frá Molde, tað fór avstað aftur kl. 14 og hevur sett kós móti Íslandi, Star Pride skal til Reykjavíkar - Star Pride er 132 metrar langt og 20 metrar breitt.
Queen Victoria kom kl. 9 í morgun, Queen Victoria kom frá Reykjavík, tað fór avstað aftur kl. 17, og hevur sett kós móti Sauthampton - Queen Vivtoria er 294 metrar langt og 32 metrar breitt.