Tveir vágamenn úttiknir til U-21

ítróttur26-09-2018 - 21:26 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava úttikið U21-hópin, sum 12. og 16. oktober skal spæla móti ávikavist Litava og Danmark

Fríggjadagin 12. oktober fer føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá litavar koma á vitjan á Svangaskarði á Toftum, og fýra dagar seinni eru danir vertir fyri U21-landsdysti á Aalborg Stadion í Danmark.

Eli Hentze er høvuðsvenjari hjá U21-liðnum, meðan Hegga Samuelsen er hjálparvenjari, og nú er greitt, hvørjir teir 21 spælararnir eru, ið skulu mynda føroyska hópin til dystirnar móti Litava og Danmark.

Hópurin

Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur

Karstin Hansen, Skála

Rói Mørk Hentze, B36

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ

Ari Olsen, Skála

Bjarni Petersen, B36

Bartal Wardum, HB

Ólavur Niclasen, KÍ

Erlendur Magnusson, B36

Betuel Hansen, NSÍ

Janus Svabo Samuelsen, 07 Vestur

Jákup Biskupstø Andreasen, KÍ

Benjamin Heinesen, B36

Dan í Soylu, HB

Adrian Justinussen, HB

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Petur Knudsen, NSÍ

Meinhard Egilsson Olsen, B36

Búi Egilsson, TB/FCS/Royn

Jákup L. Thomsen, FH (ICE)

Ari Mohr Olsen, HB