Tveir doktarar á Havsbrún

mentan27-12-2018 - 15:46 - Jóanis Nielsen

 Havsbrún skrivar:

Rúni Weihe og Hans Jákup Jacobsen hava vart hvør sína ph.d. ritgerð beint undan jólum.

Hósdagin 13. desember vardi Rúni Weihe sína ph.d. ritgerð á Norges miljø- og biovitenskapeliga universitet (NMBU). Ritgerðin snýr seg javnvágin millum feitt og protein í laksafóðri. Niðurstøðan í ph.d.'ini er:

  • At laksur, sum fær fóður við høgum protein/feitt lutfallið, meðan hann er á sjónum, útnýttar fóðri betri og veksur skjótari, serliga um heysti (seinna hálvár)
  • Ein fóðurstrategi av hesum slagnum viðførur at minni fóðurfiti legst á innvølirnar hjá laksinum og gevur tískil hægri kryvjiúrtøku
  • Hóast at ein fóðurstrategi, ið byggir á eitt proteinríkt fóður, viðførur dýrari fóðurprísir sammet við vanliga feittríka fóðurstrategi, vísa útrokningar betri gagnnýtslu av fóðrinum, styttri framleiðslutíð og hægri kryvjiúrtøku við proteinríku strategiini, sum førur til betri búskaparlig úrslit fyri alarin

 

Fríggjadagin 14. desember vardi Hans Jákup Jacobsen sína ph.d. ritgerð á Universitetinum í Bergen. Heitð á ph.d.'ini er "Development and application of solid state fermentation enzymes in soy-based Atlantic salmon feeds".

Síðstu 20 árini hevur man brúkt plantuproteinir ístaðin fyri fiskamjøl í laksafóðri. Planturávørur hava fleiri komponentar av anti-føðsluevnum, sum minka um sodningina av rávørunum í fóðrinum og kunnu elva til minni vøkstur og vánaliga heilsu. Man kann burturbeina ella minka um anti-føðsluevnini við at fría tær, býta tær sundur ella kloyva tær við enzymum.

Í ph.d.'ini skjalprógvar Hans Jákup at enzymið frá einum soppi, sum kallast Aspergillus niger, kann niðurbróta nøkur anti-føðsluevni, sum eru í soyamjøli og sum elva til bruna í tarminum hjá laksi. Hetta úrslitið er kannað við royndum á laks og mink. Úrslitið av hesum royndunum vísti, at enzymviðgjørt soya viðførur hægri sodning av jarn hjá laksi. Harumframt hevur granskingin eisini víst, at hart fóður hevur við sær at laksur etur minni og hevur tískil verri vøkstur.

Vit ynskja Rúna og Hans Jákup hjartaliga tilukku við doktarheitinum.