Tveir avloysarar til reingerð á Vága Floghavn

Lýsing24-05-2019 - 19:00 - Jóanis Albert Nielsen

Vága Floghavn søkir eftir 2 starvsfólkum sum avloysarar til reingerð í summar, frá 15. juni. 2019.

Arbeiðstíðir
Arbeitt verður allar vikudagar og dagurin er í stóran mun tillagaður eftir flúgvingini. Mesta arbeiðstíðin liggur skiftivís ímillum kl. 08:00 og 16:00, og millum 15:00 og 23:00, men neyðugt kann eisini verða at arbeiða uttanfyri hesar tíðir. Arbeitt verður eftir eini vaktarskipan.

Tá arbeitt verður í vikuskiftinum fella frídagar vanligar gerandisdagar.

Arbeiðsuppgávur

Starvsfólkini koma at verða partur av toyminum, sum hevur vasking/reingerð um hendi í bygningunum á flogvøllinum.

Krøv
Umsøkjarar skulu verða kropsliga væl fyri. Tað er ein fyrimunur um umsøkjarar hava royndir við reingerðararbeiði.

Fyri at arbeiða sum reingerðarfóllk á Vága Floghavn, krevst at viðkomandi hevur reina revsiváttan.

Setanartreytir
Løn og setanartreytir sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Haldis Hansen, leiðara fyri reingerð á tlf. 784464.

Umsókn
Umsókn, saman við prógvum viðmælum og við lýsing av møguligum royndum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 31.05.2019 kl. 12:00.

Umsókn sendast til umsokn@floghavn.fo

Vága Floghavn er loftvegis portrið í Føroyum fyri ferðandi til og úr útheiminum. Vága Floghavn varð yvirtikin av Føroya landsstýri frá danska statinum í 2007, og verður rikin sum sjálvstøðugt partafelag, sum Føroya landsstýri eigur. Vága Floghavn er í eini menningartilgongd og hevur havt stóran vøkstur í ferðafólkatali seinastu árini, eftir at lendingarbreytin varð longd, og nýggj farstøð varð bygd. Í Vága Floghavn starvast 40 fólk, meðan tað hjá øllum fyritøkunum, sum halda til á flogvøllinum, starvast út ímóti 200 fólk.