Tvær reingerðardamur givnar eftir drúgva tænastu

vinna08-01-2019 - 15:29 - Jóanis Nielsen

Í morgun hevði Vága kommuna móttøku fyri tveimum reingerðardamum, sum hava valgt at gevast, eftir at hava starvast hjá kommununi í ávikavist 23 og 34 ár.

Vinstrumegin á myndini er tað Kristianna Haraldsen og høgrumegin Eyðbjørg Johannesen, í miðjuni er tað borgarstjórin Eyðdis H. Niclasen.