Tv-2 á Mentanarviku í Runavíkar kommunu

mentan25-03-2019 - 14:17 - Jóanis Nielsen

Eydnuríkasti bólkur í Danmark hevur júst givið út 19. útgávuna, og er í løtuni á konsertferð í Danmark, og kemur í samband við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu eisini til Føroyar!

Konsertferðin hesaferð ber brá av einum meira hondspældum og rokkuttum stíli. Orkan er í front, sigur bólkurin sjálvur, við vælkendum og passandi jútskum lítillætni. Eitt av løgunum eitur "Er vi glade eller hva’?", sum í grundini setir spurningin eru vit har, ið vit vilja vera? Og um ikki, hví ikki? Og hvussu koma vit so víðari? Hetta eru stór tema, ið krevja eitt stórt orkestur at bera.

Konsertin 27. apríl verður í tveimum pørtum; ein akkustiskur og ein elektriskur partur, og av somu orsøk er talan um eina sitikonsert.

Ungdómurin eigur eisini pláss í Mentanarvikuni og í Løkshøll. Fríggjakvøldið 26. apríl kemur VSJ at seta futt í við vælsvingandi og glaða elektroniska popptónleiki sínum. Sunnudagin 28. apríl spæla Kári Sverrison og Hans Jacob Kollslíð við fullmannaðum orkestrið.

Atgongumerkjasølan til allar konsertirnar letur upp 29. mars kl. 10. Kunning um skrá og tiltøk verður leypandi dagførd á Facebooksíðuni “Mentanarvikan í Runavíkar kommunu”.