Tunnilsverkætlanin í Hvalba ávirkar ferðsluna

vinna14-02-2020 - 16:17 - Jóanis Nielsen

VERKÆTLAN: Fyrr í vikuni kunngjørdi Landsverk, at vegurin út í Nes í Hvalba verður umlagdur. Nýggi tunnilsvegurin til Hvalbiartunnilin skal bindast í verandi veg, og tí er neyðugt við einum fyribilsvegi úr Hvalba út í Nes, meðan íbindingin verður gjørd.

Tað var í mars í 2019, at sáttmáli við Articon um nýggjan Hvalbiartunnil var undirskrivaður. Tríggjar mánaðar seinni var klárt at lata fyrsta skotið av fyri tunlinum, og longu í summar verður síðsta skotið væntandi latið av. Verkætlanin er komin so væl áleiðis, at í skrivandi løtu eru 1310 metrar boraðir ella meira enn helvtin av tunlinum. Leggjast kann afturat, at allur Hvalbiartunnilin verður boraður úr Hvalba.

Í hesi vikuni er hol eisini sett á arbeiðið at gera nýggju íbindingina millum verandi veg og nýggja tunnilsvegin, og í hesum sambandi er ein fyribilsvegur gjørdur, sum ferðslan úr Hvalba út í Nes má koyra eftir fram til 1. juni 2020. Tunga ferðslan fer tó bert at koyra eftir fyribilsvegnum fram til umleið 1. mars, tá íbindingin væntast liðug, og koyrandi verður til og frá byggiplássinum eftir nýggja tunnilsvegnum,

Ferðslan trongisvágsmegin
Frá mánaðarskiftinum februar-mars og til umleið 1. juni 2020 verður ferðslan trongisvágmegin eisini ávirkað av arbeiðinum í sambandi við tunnilsverkætlanina. Hetta skyldast millum annað nýgerð av vegastrekkinum frá Viðarlundini og inn til Hvannagjógv.

Fakta um nýggja Hvalbiartunnilin
Hvalbiartunnilin verður 2,5 kilometrar til longdar, tilkoyringarvegurin trongisvágsmegin 0,9 kilometrar, og hvalbiarmegin 2,3 kilometrar. Samlaði kostnaðurin er sambært verklagslógini 272 milliónir krónur. Umframt arbeiðstakaraútreiðslur fevnir samlaða játtanin eisini um prosjektering, prosjektleiðslu, ráðgeving, eftirlit, el-arbeiðstøku og annað.