- Tunnilin kann verða bjargingin av bygdini

Politikkur04-10-2018 - 08:20 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjár løgdu Jenis av Rana, Bill Justinussen, Jacob Vestergaard, Kristin Michelsen, Kári P. Højgaard, Magni Laksáfoss og Kaj Leo Holm Johannesen uppskot fyri løgtingið um at gera ein veg til Fámjin.

Teir siga at hesin tunnilin kann verða bjargingin av bygdini. Fámjin hevur minkaði fólkatal 1. januar í ár búðu 79 fólk í bygdini.

Brot út uppskotinum: Tunnilin kann verða bjargingin av bygdini 

Mong vænta og vóna, neyvan av órøttum, at ein tunnil kann bjarga Fámjin, har fólkatalið, sum fyri fáum árum síðani var yvir 100 fólk, er minni enn 80 fólk ídag. 1. januar 2017 búðu soleiðis 84 fólk í Fámjin, meðan talið longu 1. januar 2018 var minkað til 79 fólk. Orsakirnar til minkaða fólkatalið eru, umframt natúrliga frágongd við deyða, at ungdómur flytur burtur í lestrarørindum, og tann meira álvarsama, at nærum eingin flytur til kommununa. 

Eitt vandamikið vegastrekki 

Fyri tey, sum enn búgva í hesi ómetaliga vøkru bygdini, ið er einasta bygd miðskeiðis í Suðuroy, sum vendir móti havinum vestanfyri, kennist vegurin sum ein daglig avbjóðing. Framvegis eru vegastrekki, har sýnið er sera vánaligt, vegurin er smalur við nógvum svingum, grót ríður oman og kavi skjótt legst. Serliga er tað Skarðið – Ørðaskarð - sum er óhøgligt, men eisini vegirnir báðumegin Skarðið. Vindhart er á Skarðinum. Tað hoyra allir føroyingar, tá vindfráboðanir verða sagdar í tíðindunum, og ikki er altíð so tespiligt, tá hált er og nógvur kavi legst. 

Les alt uppskotið her.