Tuneq landar í Fuglafirði

vinna12-08-2020 - 15:25 - Jóanis Nielsen

 Grønlendski trolarin Tundeq hevur landað í Fuglafirði, teir høvdu 400 tons av makreli, meginparturin varð landað til Pelagos. Teir royndu í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið.

Grønlendski trolarin Tuugaaliq, sum eisini hevur roynt í altjóða sjógvi norðanfyri, er á veg á Føroyar, teir verða inni í morgin, hvat teir hava vita vit ikki beint nú.