Mynd: Reidar Simonsen.

Tummas T. siglir inn fullfermdur

vinna12-06-2017 - 23:07 - Jóanis Nielsen

 Tummas T., sum hevur roynt í landsynningshorninum suður ímóti Hetlandi, fór fyrr í kvøld at sigla inn fullfermdur av svartkjafti, teir hava 1.600 tons.

Tummas T. verður á Fuglafirði mitt í nátt, teir sleppa framat at landa hjá Havsbrún mikudagin.

Vit tosaðu við skiparan Virgar Fagraklett fyri løtu síðan, hann segði, at tað var fínasta veður á leiðini og teir høvdu havt gott veður, Virgar segði eisini, at tað var góður svartkjaftur teir fingu.

Tað er ikki vanlig leið at royna í landsynningshorninum hesa tíðina á árinum, men tvey tey seinastu árini hava roynst væl har segði skiparin á Tummas T.