Mynd: Jón Thomsen.

Tummas T. og Slættaberg koma á Kollafjørð í nátt

vinna22-10-2017 - 21:36 - Jóanis Nielsen

 Tummas T. og Slættaberg sigla báðir inn, teir skulu báðir landa í Kollafirði, teir verða á Kollafirði mitt í nátt.

Tummas T. hevur 1.000 tons, sum teir hava fiskað í eitt døgn, Slættaberg hevur 600 tons, hjá báðum er talan um góða og stóra sild.

Í løtuni landar Norðingur í Kollafirði, teir verða liðnir tíðliga í morgin, tá sleppir Slættaberg framat og síðan Tummas T.