Tummas T. og Gitte Henning landa makrel á Tvøroyri

vinna15-12-2019 - 13:08 - Jóanis Nielsen

 Tummas T. og Gitte Henning eru á Tvøroyri við makreli, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi.

Í løtuni landar Tummas T. teir hava 350 tons, teir verða liðnir at landa kl. 8 í kvøld, tá skal Gitte Henning landa, teir hava 400 tons.

Í løtuni eru fleiri íslendsk skip í sunnast í føroyskum sjógvi, tey fiska svartkjaft, eisini eru fleiri russisk skip, sum fiska svartkjaft, í føroyskum sjógvi, nøkur av føroysku skipunum royna eftir makreli og nøkur eftir svartkjafti.