Mynd: Jón Thomsen.

Tummas T. kom á Kollafjorð tíðliga í morgun

vinna13-10-2017 - 09:37 - Jóanis Nielsen

 Tummas T. kom á Kollafjørð tíðliga í morgun við 500 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic.

Vit tosaðu umborð í nátt, - skiparin  Virgar Fagraklett segði - at teir høvdu roynt í altjóða sjógvi norðanfyri, men hann legði afturat, at sild var eisini at fáa í føroyskum sjógvi, tað er góð sild, sum skipini fáa, vektin liggur um 390 gramm.

Tummas T. sleppir at landa tá ið Norðingur er liðugur um 5-6 tíðina seinnapartin í dag, tá ið liðugut verður at landa í morgin, tá fer Tummas T. aftur á sildaveiðu.