Mynd. Jón Thomsen.

Tummas T. kemur á Kollafjørð við 1.000 tonsum av sild

vinna07-11-2017 - 08:52 - Jóanis Nielsen

 Tummas T. kemur á Kollafjørð í morgun við 1.000 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic.

Í løtuni landar Norðingur í Kollafirði, teir verða liðnir um 8-tíðina í kvøld, tá sleppir Tummas T. framat.

Vit á JN.fo tosaðu umborð á Tummas T. í gjárkvøldið, teir hava roynt bæði í altjóða og í føroyskum sjógvi, teir høvdu 4 tov hendan túrin.

Skipini fara at goyma part av sildakvotuni til komandi ár, tað er eisini ætlanin hjá Tummas T.