Mynd: Reidar Simonsen.

Tummas T. kemur á Kollafjørð tíðliga seinnapartin

vinna04-11-2018 - 10:26 - Jóanis Nielsen

 Tummas T. siglir inn av sildafeltinum norðanfyri við 1.100 tonsum, teir hava roynt í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið, Tummas T. hevur verið líka norðuri á 67N.

Teir koma á Kollafjørð um 2-tíðina í dag, har teir skulu landa ein part til Vestmanna Seafood, sum so  verður koyrt við bilum til Vestmanna.

Í kvøld skulu teir so landa tað ið eftir er til Varðan Pelagic á Tvøroyri.