Mynd: Reidar Simonsen.

Tummas T. kemur á Kollafjørð fyrrapartin

vinna11-10-2018 - 09:34 - Jóanis Nielsen

 Tummas T. kemur á Kollafjørð fyrrapartin, har teir leggja seg at bíða, til teir eiga landingartørn á Tvøroyri, tað verður fríggjakvøldið.

Tummas T. hevur verið á makrelveiðu í norskum sjógvi, teir hava 550 tons av góðum makreli - støddin liggur um 430 gramm í meðal.

Tummas T. fer aftur til makrelfiskiskap, tá ið liðugt er at landa.