Tummas T hevur landað í Norra í dag

Vinna20-08-2017 - 17:20 - Jóanis Albert Nielsen
Tummas T hevur í dag landað 200 tons av Norðsjóðarsild í Egersundi í Norra. Teir hava henda túrin roynt í Norðsjónum í enskum sjógvi.

Tummas T var fyri løtu síðani liðugur at landa, og fara teir nú í Skagerak at fiskað sild. Føroyingar eiga eina sildakvotu uppá 400 tons í Skagerak.