Tummas T hevði bara tveir tímar at sigla inn

Vinna22-01-2019 - 10:00 - Jóanis Albert Nielsen
Tummas T ið hevur roynt eftir makreli beint eystur úr Suðuroynni, hevði bara tveir tímar at sigla inn av feltinum tá ið teir settu kós á Tvøroyri seinnapartin í gjár. 

Tummas T hevur henda túrin fiskað 300 tons av makreli, sum skal landast til Varðan Pelagic á Tvøroyri.

Tummast T sleppir framat at landa einaferð í dag, í løtuni landar Finnur Fríði til Varðan Pelagic, les hvat hann hevur her.