Mynd Jón Thomsen

Tummas T er ávegis til Tvøroyrar við makreli

Vinna10-01-2017 - 17:02 - Tóri Nielsen

Tummas T er í løtuni ávegis til Tvøroyarar, har teir skulu landað makrel til Vardan Pelagic, skipið verður har um nátturða tíð í kvøld.

Vit tosaðu umborð fyri løtu síðani, og av Tummas T verður sagt, at teir hava 1100 tons umborð av makreli. Miðalstøddin á makrelinum liggur um 360 gramm, og hava teir roynt við Hetland.

Tummas T sleppir framat tá ið liðugt er at landa Trónda í Gøtu, tað verður á middegi í morgin.

Les eisini: Finnur Fríði kom á Fuglafjørð í nátt.