Tummas Pauli: Tað hevði stóran týdning at vit komu á odda

ítróttur04-02-2018 - 11:10 - Jóanis Nielsen

Kyndil vann seg í gjár víðari í hálvfinaluna í steypakappingini við at vinna 30-23 á Team Klaksvík í Klaksvík.

Sí myndir her.

Eftir dystin fingu vit orð á Tummas Paula Hanusarson leikara hjá Kyndli.

Les dystargongdina her.

Hvussu upplivdi tú dystin?

-          Okkara upplegg var, at vit skuldu renna við teimum. Álopsspælið hjá okkum var styrvið, og tað høvdu vit eisini roknað við. Teir hava eina stóra verju, so tað var ein tungur dystur álopmessia. Verjan hjá okkum var ikki nóg góð, og tí fingu vit ikki runnið frá teimum. Eg haldi teir fingu ov nógv nemm mál.

LeLes eisini: Vilhelm: Vit vóru spentir.

Tit komu væl frá byrjan, hevði tað nakran týdning fyri dystin?

-          Ja sjálvandi, tað hevði verið ótrúliga strævið um teir fingu betri byrjan. Tað vóru nógvir áskoðarar, og tey trummaðu og róptu. Tá ið teir fingu tað fyrsta málið til 1-5 kom lív í teirra áskoðarar. Høvdu vit komið afturum hevði tað verðið tyngri rokni eg við, segði Tummas Pauli eftir dystin í gjár.