Tummas Pauli fekk 14 mál móti Team Klaksvík

ítróttur10-11-2017 - 07:50 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjár tók Kyndil móti Team Klaksvík í FTZ-deildini hjá monnum í hondbólti. Team Klaksvík legði seg á odda 0-1, og tað var einastu ferð teir vóru á odda, eftir 16. min. vóru 4 mál á muni, og Kyndil førdi 6-2. Hálvleiksstøðan var 11-8. Kyndil vann 25-21.

Kyndil: Tummas Pauli Hanusarson 14, Rógvi D. Christiansen 3, Hjalti M. Jacobsen 3, Høgni K. Olsen 2, Jóni Súnason 2 og Rani Ellingsgaard 1.

Team Klaksvík: Finnur Hansson 9, Hørður F. Sigtórsson 3, Birgir Poulsen 3, Vilhelm Vilhelmsen 2, Hans Arni B. Thomsen 1, Andrias Ellingsgaard 1 og Sámal á Tjaldrafløtti 1.

Støður:

5. min.  3-1

10. min. 5-2

15. min. 5-4

20. min. 7-5

25. min. 8-7

30. min. 11-8

35. min. 12-9

40. min. 13-11

45. min. 16-13

50. min. 19-15

55. min. 22-18

60. min. 25-21