Trýstið á grøna knøttin

Politikkur05-11-2018 - 22:36 - Jóanis Albert Nielsen

Í Løgtinginum í morgin verður 1. viðgerð av uppskotinum hjá Sonju Jógvansdóttir um løgfrøðiligt kynsskifti. Um uppskotið verður samtykt, gevur tað tvørkyndum betri umstøður í sínum gerandisdegi at liva í samsvari við tað, tey eru, og tað er ein almenn viðurkenning.

At sjúkliggera tvørkynd er tíverri ein partur av okkara søguligu siðvenju fyri at kriminalisera

og avmarka minnilutabólkar, sum stríðast fyri sínum seksualiteti. Tað er bara smá tvey ár

síðan, at tvørkynd vóru strikað av listanum yvir sálarsjúk í Danmark. Danmark var

undangongu land á hesum øki, og var hetta eitt fet nærri avstigmatiseringini av

tvørkyndum. Hendan broyting í Danmark, er eisini galdandi fyri Føroyar. Men tvørkynd

verða enn stigmatiserað.

“…tað er ein long og torfør tilgongd, sum tekur nógv ár, áðrenn eg endiliga eri komin heim í mín rætta kropp. Tað hevði verið munandi lættari og nógv meira virðiligt, um eg ikki noyddist at bíða í áravís fyri at fáa mítt kyn løgfrøðiliga viðurkent í Føroyum. Vit hava bara eitt lív, og tað má livast í samsvar við tað man er,” sigur Kristin Kristiansen.

Sjálvsagt skulu vit gera gerandisdagin hjá tvørkyndum lættari, og vit skulu tryggja okkum, at landsins lógir ikki forða teimum, at tey liva í samsvar við tað, tey eru. Tilgongdin at broyta kyn er hørð, long og trupul, men sleppa tvørkynd at skifta kyn løgfrøðiliga, so minka vit um stigmatiseringina meðan tey eru í tilgongdini.

Vit skulu sum samfelag altíð stríðast fyri at tryggja betri minnilutarættindi. Hetta er leiðin til einar Føroyar fyri øll, har allir borgarar trívast.

Í Unga Tjóðveldinum halda vit tað verða sjálvsagt, at arbeiða fyri einum rúmligari og meira innbjóðandi samfelagi. Vit heita tí á tingbólk Tjóðveldis at gera tað sama, og trýsta á grøna knøttin í morgin.

Landsnevnd Unga Tjóðveldisins