Trygvi er ikki longur venjari hjá 07 Vestur

ítróttur21-09-2017 - 19:42 - Jóanis Albert Nielsen

Trygvi Mortensen hevur verið venjari hjá EFFO-liðnum hjá 07 Vestur í 2017, men tað samstarvið bleiv slitið í dag. Partarnir eru samdir um at Trygvi gevst sum venjari hjá 07 Vestur frá í dag av. 

Sigtór Petersen hevur seinastu tíðina verið hjálparvenjari hjá 07 Vestur, og tekur hann yvir sum høvuðsvenjari hjá EFFO-liðnum hjá 07 Vestur.

07 Vestur var í gjár á vitjan hjá EB/Streymi og taptu 3-0, tað var eitt stórt minus í rokningini fyri felagsliðið í Vágum. Tí við einum sigri kundi 07 Vestur kunnu minkað munin niður í eitt stig til liðið ið er beint omanfyri niðurflytingarstrikuna.

Tað eru 12 stig eftir at spæla um, 07 Vestur hevur B36, NSÍ, TB/FCS/Royn og ÍF eftir at spæla móti.

Jim Sonni Guttesen formaður í 07 Vestur, sigur at felagið takkar Trygva fyri samstarvið, og ynskir honum alt tað besta framyvir.