Í ár verða tað B36 og NSÍ, ið bresta saman í finaluni um Løgmanssteypið, sum verður á Tórsvølli leygardagin 26. august.

Tryggja tær pláss til steypafinaluna

ítróttur05-07-2017 - 16:18 - Jóanis Nielsen

Atgongumerkjasølan til finaluna um Løgmanssteypið, sum í ár verður millum NSÍ og B36, letur upp hósdagin 6. juli klokkan 12:00 á heimasíðuni hjá FSF.

Leygardagin 26. august klokkan 19:45 bresta NSÍ og B36 saman í finaluni um Løgmanssteypið. Talan verður uttan iva um ein spennandi dyst, og vónandi og væntandi fara fjeppararnir hjá feløgunum at møta mannsterk á Tórsvølli.

Atgongumerkjasølan til steypafinaluna, ið fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, letur upp hósdagin 6. juli klokkan 12:00. Kostnaðurin er 100 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn.

Nethandilin

Skráin fyri steypafinalurnar 2017

25. august Kl. 19:00 Dreingir U18 NSÍ - HB
26. august Kl. 13:00 Dreingir U14 NSÍ - HB
26. august Kl. 16:00 Dreingir U16 HB - KÍ
26. august Kl. 19:45 Løgmanssteypið B36 - NSÍ
8. september Kl. 19:00 Mótasteypið / Gentur U17 B68 - EB/Streymur
9. september Kl. 14:30 Eilif Arge steypið / Gentur U14 07 Vestur - AB/B71
9. september Kl. 17:30 Steypafinalan, kvinnur HB - EBS/Skála