Tryggari at sita á rossabaki

ítróttur11-12-2017 - 12:54 - Jóanis Nielsen

KVF skrivar:

Nýggj uppfinning, trygdarsporin, økir trygdina, um tú dettur av rossinum, siga Marner Joensen og Jóannes Debes, uppfinnararMarner Joensen var úti og reið, tá rossi tveitti hann av. 

Marner hekk í sporanum eina løtu, men slapp so leysur, tí stilvin, hann var í, var so víður. Annars kundi verið helt galið.Hetta var orsøkin til hugskotið at gera ein nýggja spora, sum slitnar úr reimini, sum er føst í saðilinum. Marner Joensen og Jóannes og Uni Debes hava nú ment henda spora og hava fingið patent uppá hann.

Nú mangla teimum fígging so byrjast kann at framleiða sporan.Marner og Jóannes greiða her frá um nýggja sporan

Hoyr HER.