Trygg havnaviðurskifti í Mykinesi

Politikkur17-11-2017 - 18:02 - Jóanis Albert Nielsen

Í dag er aðalorðaskifti í løgtinginum um ferðavinnu. Grundarlagið undir orðaskiftinum er frágreiðingin Ferðavinna í Føroyum, ein ábyrgdarfull og burðardygg leið, sum landsstýrismaðurin, Poul Michelsen, fekk í mai í ár.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, er ikki í iva í framløguskrivinum (sbrt. kvf. heimasíðuni), har hann m.a. sigur: Ferðavinnan í Føroyum fer at vaksa, sama hvat politikararnir gera. Tí er avbjóðingin at stýra vøkstrinum og menningini og at skipa eina ábyrgdarfulla ferðavinnu. Ferðavinnan ger Føroyar til eitt stuttligari land at búgva í.

Í 2013 varð avgerð tikin um meiri miðvíst at satsa upp á marknaðarføring av Føroyum sum ferðamannaland uttanlands. Við hesi avgerð, ið varð kjølfest bæði í tí politisku skipanini og vinnuni, hevur tað eydnast Visit Faroe Islands at skapa stóran vøkstur í ferðavinnuni. Hesin vøkstur og betraða ferðasambandi til Mykinesar hevur havt við sær, at oyggin, sum er eitt av størstu atdráttarstøðunum í landinum, hevur upplivað ein sera, sera stóran vøkstur í ferðafólkatalinum, og væntandi fer talið at vaksa ár undan ári.

Men hesin vøksturin hevur eisini stórar avbjóðingar við sær. Tað hava vit m.a. sæð og hoyrt í sendingum í fjølmiðlunum. Ein stór og grundleggjandi avbjóðing er, at vit sýna ábyrgd og forða vandastøðum.

Sørvágs kommuna hevur áður víst á, at tað er av alstórum týdningi at havnaviðurskiftini í Mykinesi gerast tryggari.

Atløgusíðan ella ferjulegan í oynni er als ikki egnað og nóg trygg til risastóra ferðafólkatalið. Fólk standa sum sild í tunnu á lendingini, og kemur eitt óløgi, so er vandi á ferð. Tað verður tí neyðugt sum skjótast at bøta um hetta við m.a. longdum bryggjukanti og girðing fram við bryggjukantinum, tí Føroyar verða ikki eitt stuttligari land at búgva í, um illa vil til.

Gøtan frá lendingini og niðan í bygdina, nevnd Fjørdalsgøta, var fyri kortum asfalterað. Tað vísir seg, at hon ber ikki stóru mannfjøldina. Stór riva er komin í, tí fóturin niðri í helluni í gjónni gevur seg undan soleiðis, at vandi er fyri, at har rapar. Føroyar verða ikki eitt stuttligari land at búgva í, um illa vil til.

Sørvágs kommuna metir tað vera eina landsuppgávu at tryggja havnaviðurskiftini í Mykinesi og hevur í skrivi í dag aftur heitt á landstýrismannin í samferðslumálum at fáa fígging til vega til ferjuleguna og bakkaverjuna í Mykinesi.

Í sáttmálanum frá 2005 um samanlegging av Mykinesar kommunu og Sørvágs kommunu stendur í innganginum, at bygdaráðini í Sørvági og Mykinesi staðfesta serstøðuna fyri Mykines sum útoyggj, og at samanleggingin fær ikki ávirkan á viðurskiftini millum landsmyndugleikarnar og Mykines sum útoyggj.

Harafturat vita vit ikki um, at nøkur kommuna hevur fíggjað tær ferjulegur, ið eru kring landið. Tvøroyrar kommuna hevur neyvan fíggjað ferjuleguna á Drelnesi, Tórshavnar kommuna hevur neyvan fíggjað Gomlurætt og Skopunar kommuna hevur neyvan fíggjað ferjuleguna, sum liggur í teirra kommunu. Og hyggja vit í ársfrágreiðingina 2013-14 hjá Landsverk, so verður sagt frá, at arbeiðið at umvæla og bøta um havnaviðurskiftini í Svínoy er fíggjað av kontuni fyri stuðul til infrakervið á útoyggj, umframt av serligari kontu til havnina, sum løgtingið hevur játtað pening til.

So landsins myndugleikar! Leggið til brots, ongantíð ov skjótt! Mykinesfólki og ferðavinnuni at frama!

Sørvágs kommuna

Aimé Jacobsen, borgarstjóri