Trygd hevði 8 mió. kr. í avlopi

vinna15-03-2019 - 09:55 - Jóanis Nielsen

 2018 var eitt gott ár hjá Trygd, sum umframt inntøkuvøkstur og menning av nýggjum tænastum eisini kundi hátíðarhalda 20 ár við fríari kapping á føroyska marknaðinum. Hóast góðu gongdina var ársroknskapurin ávirkaður av einstøkum lutfalsliga stórum skaðum. 

“Tað gongur væl í Føroyum, og tað sæst aftur í talinum av ognum, ið verða tryggjaðar hjá okkum. Metstóra sølan av nýggjum bilum til vinnulív, privat húski og ferðavinnuna hevur jaliga ávirkan á okkara inntøkur, og tað sama er galdandi fyri gongdina á sethúsamarknaðinum. So hvørt sum ognirnar gerast fleiri og virðismiklari, verða endurgjøldini í sambandi við skaðar á bilar, hús og innbúgv samsvarandi størri. Einstakir skaðar kunnu tí hava stóra ávirkan á úrslitið. Hóast tað ikki er hugaligt, tá ið skaðar henda, gevur tað okkum høvi til at hjálpa okkara viðskiftafólkum, sum eru komin illa fyri orsakað av skaðahendingum, og júst tað er kjarnin í okkara virksemi,” sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd. 

20 ár við fríari kapping og nýggj trygging 

2018 var eisini merkt av, at Trygd kundi hátíðarhalda 20 góð ár við fríari kapping á føroyska tryggingarmarknaðinum.Trygd hevur staðið seg sera væl hesi tvey áratíggjuni, og felagið leggur seg støðugt eftir at menna nútímans tryggingar til viðskiftafólkini. Í fjør menti Trygd tryggingina Vistartrygd, sum er serliga snikkað til fólk, ið leiga bústaðin út til ferðafólk. Tryggingin er framvegis hin einasta av sínum slagi í Føroyum. “Ferðavinnan er í støðugum vøkstri, og hetta síggja vit aftur í økta talinum av leigubilum, sum vit tryggja. Vit síggja tað eisini á tann hátt, at fleiri viðskiftafólk, sum leiga bústaðin út gjøgnum t.d. Airbnb, velja at tekna Vistartrygd til tess at fáa skipað viðurskifti,” sigur Brian Smedemark. 

Samstarv við Landsverk um fyribyrging av ferðsluóhappum 

Í fjør byrjaðu Trygd og Landsverk nýtt samstarv, ið hevur til endamáls at fyribyrgja, at fólk verða álvarsliga skadd ella doyggja í føroysku ferðsluni. Samstarvið fevnir um skráseting og gransking av ferðsluóhappum, og í hesum sambandi kann Trygd við GPS-tøkni hjálpa Landsverki at bøta um trygdina hjá teimum ferðandi á landsvegunum. Í Trygd verður hetta mett at vera ein sera týðandi uppgáva, og tí gevur felagið sítt íkast til fyribyrgjandi arbeiðið við at skráseta tey vegastrekki, har ferðsluvanlukkur henda.

 Góð útlit fyri 2019 

Framtíðarvónirnar eru góðar, og leiðslan í Trygd væntar, at umsetningurin verður øktur nakað í 2019 samanborið við 2018. Harða kappingin á føroyska tryggingarmarknaðinum fer helst at halda fram, og felagið væntar, at ársúrslitið fyri 2019 verður umleið 9-12 mió. kr. 

Ársroknskapurin í stuttum 

- Ársúrslitið áðrenn skatt var 8,2 mió. kr. samanborið við 14,6 mió. kr. í 2017.

 - Úrslitið eftir skatt var 6,7 mió. kr. samanborið við 12,0 mió. kr. í 2017. 

- Tryggingartekniska úrslitið var 8,7 mió. kr. samanborið við 14,3 mió. kr. í 2017.

 - Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 11,7 mió. kr. samanborið við 2017 og eru nú 115,1 mió. kr. 

- Skaðaútreiðslurnar vóru 72,1 mió. kr. samanborið við 56,6 mió. kr. í 2017. 

- Endurgjaldsburturleggingarnar fyri egna rokning vóru 46,9 mió. kr. samanborið við 37,1 mió. kr. í 2017. 

- Skaðaprosentparturin hækkaði úr 59% í 2017 upp í 63%.