Trý spennandi tónleikanøvn trína á pallin í kvøld

Mentan23-02-2018 - 06:39 - Jóanis Albert Nielsen

Í kvøld verður árliga ungdómskonsertin hjá Ungdómsbankanum í BankNordik. Konsertin verður í ár enn størri enn í fjør - heili trý stór tónleikanøvn fara á pallin, FRUM, HEIÐRIK og Marius. 

Konsertin verður undir kuplinum í BankNordik høvuðssætinum, so ljóðupplivingin gerst einastandandi góð. Eisini verður nógv gjørt burturúr ljóssetingini, og tí verður møguleiki at uppliva bankan á ein heilt anann hátt enn vanliga. 

Meira enn ein banki 

Er sloganið hjá Ungdómsbankanum. BankNordik hevur seinastu árini gjørt nógv fyri útisetar. Hetta millum annað fyri at tryggja, at tey, ið fara av landinum í lestrarørindum, koma væl niður og føla seg tryggan, tá ið tey eru komin niður. Eisini skipar bankin saman við Atlantic Airways fyri Vel Føroyar, ið skal hjálpa útisetum at koma heim aftur til Føroya. Árliga ungdómskonsertin er tí ætlað teimum ungu, ið velja at búgva her í Føroyum. 

Í Ungdómsbankanum er tað ungi kundin, ið setur fortreytirnar, og eru tað júst tí, at hesi tónleikanøvnini verða at hoyra í annaðkvøld. 

Nær og hvar: Fríggjakvøldið 23. februar kl. 20.00 í BankNordik á Oknarvegi 5 

Les meira á banknordik.fo/konsert