Trý spennandi lutakøst hava verið

ítróttur19-07-2017 - 09:05 - Jóanis Albert Nielsen

Trý spennandi lutakast vóru á høvuðsskrivstovuni hjá EHF í gjár. Talan er um HM-undankappingina hjá monnum og EM-kappingarnar hjá U20- og 18-monnum.

HM-undankappingin hjá monnum verður leikt í fimm bólkum á fýra lið og einum bólki við trimum liðum. Leikt verða úti- og heimadystir í november 2017 og januar 2018. Vinnarin av hvørjum bólki, vinnur pláss í play-off dystum, sum verða í juni 2018.

Tey 23 liðini, sum skulu spæla í fyrsu rundu eru drigin í hesar bólkar:

Bólkur 1 Bólkur 2 Bólkur 3 Bólkur 4 Bólkur 5 Bólkur 6
Russland Litava Rumenia Portugal Holland Bosnia
Finnland Lettland Ukreina Pólland Belgia Sveis
Slovakia Ísrael Italia Kýpros Grikkaland Estland
Luksemburg Georgia Føroyar Kosovo Turkaland

Lutakast hava eisini verið hjá U20 og U18 monnum, sum skulu kappast í ávikasvist juli og august 2018, lutakastini síggja soleiðis út:

U20 landsliðið skal til Makedónia at kappast, har teir koma spæla í bólki A saman við hesum liðum:
Hvítarusslandi
Finnlandi
Grikkalandi
Estlandi
Litava

U18 landsliðið skal til Georgia, og eru somuleiðis í bólki A, har teir koma at hitta:
Sveis
Makedonia
Estland
Litava
Luksemborg