Trý føroysk skip sigla heim við svartkjaftalast

vinna14-03-2018 - 14:33 - Jóanis Nielsen

 Føroysku svartkjaftaskipini royna í altjóða sjógvi góðar 200 fjórðingar vestur úr Írlandi, tey hava havt hampuligan fiskiskap.

Trý skip hava boðað frá landing í Fuglafirði - Havsbrún. Skipini eru Høgaberg, Fagraberg og Christian í Grótinum.

Nær tey verða á Fuglafirði vita vit ikki beint nú.