Trý fólk flutt á Landssjúkrahúsið

13-10-2019 - 22:20 - Jóanis Albert Nielsen

Fyri góðum tveimum tímum síðani hendi eitt ferðsluóhapp í Skálabotni.

Tveir bilar stoyttu saman, og eru trý fólk flutt á Landssjúkrahúsið. Ferðslan hevur verið tarnað av ferðsluóhappinum, men er glið við at koma á nú.

Sjúkrabilar, sløkkilið og løgreglan blivu boðsend til ferðsluóhappið.