Trý fólk ákærd fyri neyðtøku

top19-02-2020 - 12:27 - Jóanis Albert Nielsen

KVF: Trý fólk í 20-unum, tveir menn og ein kvinna, eru ákærd fyri at hava drukkið eina 17 ára gomlu gentu fulla, og síðani neyðtikið hana.

Sambært ákæruritinum eru tey trý fólkini ákærd fyri tann 16. oktober í 2016, millum klokkan hálvum trý um náttina og klokkan níggju um morgunin, í einum bústaði í Havn, í felag hava drukkið eina tá 17 ára gamla gentu fulla, og givið henni rithalin, við tí hyggju at gera seg kynsliga inn á hana.

Ákæruvalið sigur, at tað eydnaðist teimum trimum "i forening og efter fælles forudgåed aftale, accept ella indbyrdes forsåelse", at fáa 17 ára gomlu gentuna so ávirkaða, at hon ikki megnaði at seta seg upp ímóti áganginum, les meira her.