Trukkførari til góðskingarvirkið í Sørvági

Lýsing19-02-2020 - 12:18 - Jóanis Albert Nielsen

Søkt verður eftir trukkførara til kryvji- og góðskingarvirkið hjá P/F Luna í Sørvági at byrja beinanvegin.

Arbeiði fevnir í høvuðsheitum um uttandura trukkoyring og aðrar dagligar uppgávur, sum eru knýttar at virkinum. Talan er um fulltíðarstarv.

Vit ynskja at tú megnar sjálvsstøðugt arbeiði, ert ágrýtin, álítandi og arbeiðssom/samur.

Um tú ert áhuga/ður kanst tú venda tær til Sveinur Øssur Skaalum Petersen, arbeiðsformann, á telefon 288 063.

P/F Luna