Tróndur í Gøtu verður sleipaður til Skála

Vinna24-04-2019 - 16:33 - Jóanis Nielsen

 Fyri viku síðan fekk Tróndur í Gøtu trupulleikar við girinum, teir vóru tá staddir út fyri Æðuvík, Tróndur var sleipaður á Fuglafjørð, har teir landaðu til Havsbrún.

Teir hava kannað trupulleikarnar við girinum, hvussu stórur skaðin er, og hvat tíð tað tekur at fáa girið í ordan aftur, vita teir ikki enn, men Dávid Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Varðanum sigur, at í komandi viku vita teir hvussu umfatandi skaðin er.

Sleipibáturin Samson sleipar í løtuni Trónda í Gøtu av Fuglafirði til Skála, har umvælingararbeiðið verður gjørt.