Tróndur í Gøtu skal landa í Kollafirði

21-09-2018 - 21:30 - Jóanis Nielsen

 Tróndur í Gøtu siglir inn av makrelfeltinum norðanfyri, teir hava 800 tons av makreli, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði, teir verða á Kollafirði kl. 8 leygarmorgunin.

Vit hava júst nú tosað umborð á Trónda, teir hava roynt á 63N heilt eystur ímóti norska markinum, men gjørdu eitt rend norður á 64N, á 64N var ikki nógv at síggja so teir fóru suðuryvir aftur at royna, har hini føroysku skipini eisini hava roynt.

Veðrið er hampuligt í kvøld, tað var meira vindur fyrr í dag søgdu teir, tá ið vit tosaðu umborð.