Tróndur í Gøtu siglir til Norra við svartkjaftalast

vinna20-05-2018 - 17:42 - Jóanis Nielsen

 Tróndur í Gøtu hevur sett kós móti Norra, teir skulu landa í Vedde, sum er um Ålesund-leiðina.

Tróndur hevur 2.500 tons av svartkjafti, teir verða í Vedde eftir middag í morgin.

Teir hava hendan túrin roynt í landsynning úr Føroyum, har tey flestu svartkjaftaskipini royna, fiskiskapurin hevur verið hampuligur. Tað eru nógv skip á feltinum - umleið 20 skip søgdu teir á Trónda, tá ið vit tosaðu við umborð fyri løtu síðan.