Tróndur í Gøtu og Norðingur leggja seg at kroka eystanfyri Hebridurnar

vinna21-03-2019 - 23:02 - Jóanis Nielsen

 Trondur í Gøtu og Norðingur sigla heim - báðir fullfermdir av svartkjafti. Teir hava roynt vestur úr Írlandi, fyrst í altjóða sjógvi, góðar 200 fj. úr landi, men seinast á túrinum í ES-sjógvi, einar 50 fj. úr landi.

Vit tosaðu umborð á Trónda fyri løtu síðan, teir søgdu, at teir fara innum Hebridurnar og leggja seg at kroka har til leygarkvøldið, tí veðurforsøgnin er so vánalig - helst gera teir á Norðingi eisini so - fleiri svartkjaftaskip bíða eftir landingartørni í Fuglafirði, so teir kunnu eins væl bíða eystanfyri Hebridurnar, sum á Fuglafirði.

Føroysku svartkjaftaskipini, sum royna í ES-sjógvi eru í kvøld stødd á 53,4N og 14V.

Í kvøld var hampuligt veður.