Tróndur í Gøtu landar svartkjaft á Tvøroyri í morgin

vinna11-02-2019 - 21:09 - Jóanis Nielsen

 Tróndur í Gøtu, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu í ES-sjógvi, tætt vestur úr Hebridunum, siglir heim, teir hava 800 tons, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic, Tróndur verður á Tvøroyri um 10-11 tíðina í morgin.

Nøkur føroysk skip royna í ES-sjógvi og nøkur í altjóða sjógvi longur suðuri.