Tróndur í Gøtu kemur á Tvøroyri í morgun

vinna11-10-2018 - 09:14 - Jóanis Nielsen

 Tróndur í Gøtu kemur á Tvøroyri í morgun við 800 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað í norskum sjógvi - á umleið 63N og 3V.

Teir landa til Varðan Pelagic á Tvøroyri, teir eiga tørn aftaná Finn Fríða, sum landar í løtuni.

Tróndur í Gøtu fer aftur á makrelfiskiskap, tá ið liðugt er at landa.