Tróndur í Gøtu kemur á Tvøroyri í morgin

vinna20-10-2021 - 14:07 - Jóanis Nielsen

 Tróndur í Gøtu er á veg á Tvøroyri við 470 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað í norskum sjógvi, teir hava roynt á umleið 3-5 stig eystur, so nær, at teir sóu land í Norra.

Tróndur hevur gott veður í løtuni, men veðrið fer at ruska í kvøld, teir meta tí at teir ikki verða á Tvøroyri fyrrenn seint fyrrapartin í morgin.